Aðalfundur og spennandi tiltak verður mikumorgunin 29. apríl
Í ár verður aðalfundurin hjá Leiðandi Kvinnum í Vinnu mikumorgunin 29. apríl frá kl. 09:00 – 11:30. Aðalfundurin verður á Hotel Hilton á Staravegi 13 í Havn, har vit byrja við einum lekkrum morgunmati. Umframt sjálvan aðalfundin verður eisini ein spennandi fyrilestur frá Jóhannu Andreasen og styttri framløgur frá trimum av okkara limum – Anna Kalsø, Gunn Ellefsen og Tjóðhild Patursson. Sjálvandi verður eisini høvi at netverka og sparra. Sí nærri kunning um skránna niðanfyri.
Vit vóna at síggja so nógvar av tykkum sum gjørligt!
Skrá fyri tiltakið
Kl. 09:00 – LKV bjóðar morgunmat
Kl. 09:30 – Fyrilestur, Jóhanna Andreasen
Vinn á mentalum forðingum – sig ja til nýggjar avbjóðingar
Kl. 10:15 – Steðgur
Kl. 10:30 – Aðalfundur
Stuttar framløgur frá trimum limum eftir aðalfundin:
– Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari hjá J&K Petersen
– Gunn Ellefsen, advokatur og forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya
– Tjóðhild Patursson, stjóri í Sp/f Krákuting
Aðalfundur
Nevndin í Leiðandi Kvinnum í Vinnu tørvar nýggja styrki. Tí vóna vit, at fleiri tykkara stilla upp til nevndarval. Jenny A. í Heiðunum, Ingun Nolsøe Olsen og Beinta Haraldsen standa fyri vali. Jenny og Ingun hava valt at takka fyri seg á hesum sinni.
Annars er skráin sambært viðtøkunum:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá forkvinnuni um farna árið
3. Framløga av roknskapi
4. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara millum limirnar
6. Ásetan av limagjaldi
7. Innkomin uppskot
8. Ymiskt
Vinn á mentalum forðingum – sig ja til nýggjar avbjóðingar
Eftir lekkran morgunmat og gott prát fer Jóhanna Andreasen at hava ein spennandi fyrilestur um vinnaraatferð. Hon kemur við ítøkiligum amboðum til at handfara og vinna á mentalum forðingum. Harumframt verða smærri venjingar og lærdómur við amboðum til assertivt samskifti.
Jóhanna Andreasen er sjúkrarøktarfrøðingur við serkunnleika í kognitivari viðgerð, positivari sálarfrøði, mindfulness og coaching. Hon hevur í mong ár hjálpt fólki at vinna á ótta og depressjón – og at røkka nýggjum málum. Hon arbeiðir bæði við persónligari menning og at styrkja leiðarar og ítróttafólk, sum vilja bróta niður mentalar forðingar. Fleiri av okkum í Leiðandi Kvinnur í Vinnu hava óivað upplivað avbjóðandi ella keðiligar støður í arbeiðslívinum. Kanska við einum kunda ella við einum starvsfelaga. Jóhanna fer at seta orð á, hvussu vit kunnu handfara slíkar støður – serliga í samskifti við kundum – og hvussu vit sleppa víðari eftir truplar upplivingar.
Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari hjá J&K Petersen
Anna Kalsø hevur í skjótt 5 ár starvast hjá J&K Petersen – fyrst sum menningarleiðari og seinni eisini sum varastjóri. Í hesum báðum leiklutum hevur hon verið ein týðandi partur av at venda gongdini hjá felagnum. Anna hevur nú valt at takka fyri seg og í staðin at bjóða seg fram sum ráðgeva innan ymisk øki, so sum menning, leiðslu, burðardygd og góðskustýring. Eisini er Anna viðstovnari av egnari venjingarmiðstøð – Reformer Pilates Føroyar.
Mynd: Miriam & Janus Photography
Gunn Ellefsen, advokatur og forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya
Føroyskur hondbóltur er sanniliga í viðvindi – bæði á landsliðsstigi og í breiddini. Gunn fer at greiða okkum frá sínum leikluti sum forkvinna og gevur okkum innlit í, hvussu hon saman við hondbóltsambandinum arbeiðir við at menna og styrkja um føroyskan hondbólt.
Tjóðhild Patursson, stjóri í Sp/f Krákuting
Tjóðhild er kend fyri sítt arbeiði við burðardyggari matgerð og rekur matstovurnar Titu og Ástaklokkuna. Í 2025 fekk Tjóðhild grønu virðislønina hjá Tórshavnar kommunu fyri sítt arbeiði við at gagnnýta føroyskar rávørur og raðfesta burðardygd. Hon fer at greiða okkum frá sínum spennandi virksemi.