Aðalfundur verður 29. apríl kl. 16:15

Í ár verður aðalfundurin hjá Leiðandi Kvinnum í Vinnu týsdagin 29. apríl kl. 16:15 – 18:00. Aðalfundurin verður í høvuðssætinum hjá Føroya Banka á Oknarvegi 5 í Havn.

Umframt framløgu frá TRYGD og tað formliga, sum ein aðalfundur eigur at hava, verða eisini tvær framløgur frá okkara limum. Eisini verður høvi at netverka og sparra innan okkara fak til ábit eftir aðalfundin.

Vit byrja við aðalfundi

Fyrsta punkt á skránni er sjálvur aðalfundurin, sum verður í høvuðssætinum hjá Føroya Banka klokkan 16:15.

Nevndin í Leiðandi Kvinnum í Vinnu tørvar nýggja styrki. Tí vóna vit, at fleiri tykkara stilla upp til nevndarval. Guðrun Poulsen og Ann Jógvansdóttir standa fyri vali. Guðrun tekur við afturvali, meðan Ann takkar fyri seg.

Annars er skráin sambært viðtøkunum:

1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá forkvinnuni um farna árið
3. Framløga av roknskapi
4. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara millum limirnar
6. Ásetan av limagjaldi
7. Innkomin uppskot
8. Ymiskt

Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd

Netverkið Leiðandi Kvinnur í Vinnu er eftirhondini vorðin ein stórur bólkur. Vit eru 138 leiðandi kvinnur í netverkinum, harav fleiri av okkum eru frá einstaklingafyritøkum. Av tí at gott og væl 50 % av okkara limum eru frá fyritøkum og virkjum við lutfalsliga fáum starvsfólkum, eru vit til hendan aðalfundin bjóðaðar at hoyra nærri um virksemið hjá TRYGD og hvussu vit kvinnur kunnu tryggja okkara virksemi og okkum sjálvar best.

Súsanna á Dul, stjóri í Sp/f Maria Poulsen Búnýti

Súsanna á Dul gjørdist stjóri í Sp/f Maria Poulsen Búnýti í 2025. Súsanna á Dul fer at greiða frá familjufyritøkuni Maria Poulsen, sum nú er farin ígjøgnum eina størri ættarliðsbroyting, og hvussu hendan tilgongdin hevur verið.

Joan Torleifsdóttir, eigari, Tor Shipping

Vit fara eisini at hoyra frá Joan Torleifsdóttir, eigara av Tor Shipping. Joan keypti fyritøkuna Tor Shipping frá pápa sínum í 2006. Joan fer at greiða okkum frá sínari ferð í eini tænastuvinnu, sum alla tíðina broytist og hvussu umráðandi tað er, at tú til eina og hvørja tíð ert fyrireikað uppá broytingar, tá ið tú arbeiðir við skipaavgreiðslum.