Nýggj nevnd fyri Leiðandi Kvinnum í Vinnu

Nýggja nevndin í Leiðandi Kvinnum í Vinnu hevur nú skipað seg. Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavn, heldur fram sum forkvinna, og Beinta Haraldsen, stjóri í beinta.fo, heldur fram sum næstforkvinna. Ata Gregersen og Sølvá Jansdóttir Joensen eru nýggjar í nevndini.
 
  • Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavn, forkvinna (heldur fram)
  • Beinta Haraldsen, stjóri í beinta.fo – næstforkvinna (afturvald)
  • Ata Gregersen, roknskaparleiðari á Føroya Tele – kassameistari (nýggj í nevndini)
  • Ann Jógvansdóttir, stjóri í Júniik, nevndarlimur (heldur fram)
  • Sølvá Jansdóttir Joensen, stjóri í sølvá.fo – skrivari (nýggj í nevndini)

Nevndin takkar samstundis farandi nevndarlimunum, Jenny A. í Heiðunum og Ingun Nolsøe Olsen, fyri teirra drúgva og virðismikla arbeiði í nevndini. Teirra íkast hevur verið ein týdningarmikil partur av menningini hjá LKV.

 

Eitt sterkt netverk fyri kvinnur í leiðandi størvum

Leiðandi Kvinnur í Vinnu er eitt netverk við fleiri enn 150 kvinnum í leiðandi størvum í føroyska vinnulívinum. Endamálið er at skapa eitt sterkt og virkið netverk, har kvinnur kunnu sparra, ráðgeva og stuðla hvør aðrari í arbeiðslívi og leiðslu.

Netverkið skal vera við til at menna limirnar í teirra yrkisleið og geva teimum møguleika at gagnnýta fakligu og persónligu førleikarnar hjá hvør aðrari – bæði sum stjórar, leiðarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og í øðrum ábyrgdarstørvum.

Síðani felagið varð stovnað í 2015, hevur LKV ment seg nógv og skipað fyri fjølbroyttum og gevandi tiltøkum, sum geva limunum íblástur, nýggja vitan og møguleika at knýta sambond tvørtur um vinnugreinir.

“LKV skal vera eitt stað, har kvinnur ikki bara møtast, men eisini fáa íblástur, sparring og nýggjar møguleikar. Vit vilja byggja eitt sterkt netverk, sum ger mun – bæði fyri einstøku kvinnuna og fyri føroyska vinnulívið.”

 

Javnstøða er framvegis ikki ein sjálvfylgja í føroyska vinnulívinum

Sambært eini kanning, sum Flowcore gjørdi fyrr í vár, eru tølini har kvinnur antin sita sum stjórar ella nevndarlimir afturgangandi.

 

22% av stjórum og nevndarlimum í føroyskum feløgum eru kvinnur

Kelda: Flowcore. Tølini vísa talið á monnum og kvinnum, sum eru stjórar og nevndarlimir í føroyskum feløgum, 2022–2024.

Í 2024 var talið av kvinnuligum stjórum og nevndarlimun í Føroyum góð 22 %. Hetta er ein minking á 2 % síðan 2022, tá ið tað vóru 862 kvinnuligir stjórar og nevndarlimir í Føroyum, í mun til 833 í 2024.

Hetta vísir, at enn liggur eitt stórt arbeiði fyri framman  – bæði tá ið tað kemur til javnstøðu í leiðandi -og ábyrgdar størvum, men eisini tá ið tað kemur til fíggjarliga javnstøðu ímillum kynini.

 

Saman um fíggjarliga javnstøðu

Javnstøða snýr seg ikki bara um, hvør situr við borðið. Hon snýr seg eisini um fíggjarligt frælsi og møguleikar. Kvinnur hava framvegis í nógv størri mun lægri løn, spara minni upp til pensjón og gera færri íløgur enn menn. Hetta er eitt evni, sum vit í LKV vilja varpa meira ljós á og vera við til at broyta.

Júst tí er tørvur á einum sterkum netverki sum LKV. Við at savna kvinnur tvørtur um vinnugreinar og leiðslustig kann LKV vera við til at skapa eitt stað, har vit kunnu deila vitan og royndir, sparra hvør við aðra og saman skapa fleiri møguleikar fyri kvinnur í føroyska vinnulívinum.

 

Nýggja nevndin er farin til verka

Nýggja nevndin er longu farin til verka og hevur sett tvey spennandi netverkstiltøk á skrá í næstum .

Tiltøkini verða hildin ávikavist 1. oktober og 25. november. Endamálið er at geva limunum íblástur, nýggja vitan, sparring og møguleika at styrkja netverkið.