Serligur limaprísur til Tonik 2026
TONIK er ein stór altjóða tøkniráðstevna, ið verður hildin í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Ráðstevnan sameinir skapandi vinnu og tøkni í einum umhvørvi, har dentur verður lagdur á nýhugsan, fyrilestrar og netverkan. Í ár eru 45% av fyrilestrahaldarunum kvinnur.
Limir í Leiðandi Kvinnur í Vinnu fáa atgongumerkir til TONIK fyri serprís. Vanligur prísur er 2500 kr. íroknað MVG. Prísurin til limir okkara er einans 2000 kr. íroknað MVG. Um tú ynskir at keypa eitt atgongumerki til serprís, so send ein teldupost
til ingun@posta.fo.
Sum nakað serligt í ár, eru eisini fleiri áhugaverd tiltøk vikuna áðrenn Tonik, sum bert eru tøk, at melda seg til hjá teimum, sum hava atgongumerki – sí https://tonik.fo/pages/side-events/