Spennandi tiltak fyri LKV mánakvøldið 10. november á Hotel Føroyum og Ress Spa

Næsta tiltakið hjá Leiðandi Kvinnum í Vinnu verður mánakvøldið 10. november kl. 17 á Hotel Føroyum. Á skránni verða fleiri spennandi framløgur frá okkara limum, gestaframløgur umframt ein vitjan í nýggja vælveruhúsinum hjá Ress Spa. 

Vit vóna at síggja so nógvar av tykkum sum gjørligt! 🙂

Fyrri partur av tiltakinum verður frá kl. 17-19. Á skránni verða fleiri stuttar framløgur umframt netverkan og ábit. Hesin parturin er ókeypis fyri limir í LKV, sum hava goldið limagjald fyri 2025.   

Kl. 19 fara tær, sum hava hug, í nýggja vælveruhúsið hjá Ress Spa, sum hevur bjóðað LKV hetta fyri kr. 200 fyri hvørja. Vanligur prísur er kr. 595. Ress letur aftur kl. 22. Tað er bert neyðugt at hava tey klæðini við, sum tú skalt í aftaná. Hjá Ress fært tú alt annað, sum tú hevur tørv á: svimjiklæðir, handklæði v.m. 

Trýst her fyri at tekna teg. Minst til at velja, um tú eisini kemur við í Ress.  

Skrá fyri tiltakið 

Kl. 17 – Framløgur, ábit og netverkan

  • Súsanna í Stórustovu, Ress Spa
  • Anni Arge Lamhauge og Janni Johansen, Anni & Janni
  • Poula Michelsen og Solby A. Christiansdóttir, Oyggjaleikirnir 2027
  • Súsanna Samró, Visit Faroe Islands
  • Ingun N. Olsen, Posta
  • Rúna Volmarsdóttir Højgaard, Hagstova Føroya

Kl. 19 – Ress Spa

Vitjan í nýggja vælveruhúsinum hjá Ress Spa

Steðga á og njót eina friðarløtu. Í Ress kanst tú njóta sissandi og stimbrandi vælveruviðgerðir og koma heilt niður í ferð í spildurnýggja vælveruhúsinum við heitum hyljum og alskyns hitarúmum. LKV hevur hendan dagin fingið eitt sertilboð á kr. 200 fyri hvørja. Vanligur prísur er kr. 595. 

Súsanna í Stórustovu, stjóri í Ress Spa

Súsanna fer at greiða frá arbeiðnum við fyrsta vælveruhúsinum í Føroyum.

Anni Arge Lamhauge og Janni Johansen, AnniJanni

Anni og Janni, sum reka design- og reklamuvirkið AnniJanni, fara at greiða stutt frá sínum arbeiði og greiða frá arbeiðnum við heimasíðuni hjá LKV. 

Ingun N. Olsen, leiðari á frímerkja- og farmadeildini hjá Posta

Frímerkir – lítlir sýnisgluggar inn í okkara mentan

Ingun N. Olsen, leiðari á frímerkja- og farmadeildini á Posta fer at greiða frá um frímerkir og teirra leiklut í dag. Frímerkjadeildin í Føroyum hevur seinastu árini valt eina aggressiva sølu- og marknaðarføringsstrategi úti í heimi og hevur hetta víst seg at rigga væl.

Ingun hevur starvast á Posta í 10 ár og hevur ábyrgdina av at framleiða øll frímerkini og jólamerkini, sum Posta gevur út.

Hon fer at greiða frá tilgongdini, hvussu eitt frímerki verður til og hvussu áhugin fyri teimum er úti í heimi.

Poula Michelsen og Solby A. Christiansdóttir, Betri Oyggjaleikir 2027

Betri Oyggjaleikir 2027 – allar Føroyar á sama liði

Nú fært tú høvi at hoyra Poulu Michelsen og Solby A. Christiansdóttir greiða frá tilgongdini at skipa fyri Betri Oyggjaleikum í Føroyum í 2027 – størsta ítróttartiltakið, sum higartil hevur verið í Føroyum. Fyrireikingarnar eru longu væl áleiðis, og tá leikirnir verða settir í 2027, verður hetta eitt tiltak, sum savnar alt landið – frá ítrótti og mentan til ferðavinnu og vinnulív. Væntað verður, at millum 2.500 og 3.000 gestir vitja í Føroyum, og at bæði vinnan og meira enn túsund sjálvboðin fáa ein týðandi leiklut í tiltakinum. Tær fara at greiða frá, hvussu Føroyar fyrireika seg til at hýsa leikunum – og hvussu fyritøkur, stovnar og borgarar kunnu vera partur av hesi søguligu hending. Hetta er størsta ítróttartiltak í Føroya søgu – og nú fært tú høvi at hoyra meira um fyrireikingarnar.

Súsanna Samró, Visit Faroe Islands

Súsanna fer at greiða frá arbeiðnum við vinnuferðavinnu í Føroyum.

 

Rúna Volmarsdóttir Højgaard, Hagstova Føroya

Rúna fer at greiða frá týdninginum av ferðavinnuhagtølum