Spennandi tiltak í Klaksvík hósdagin 1. oktober kl. 15
Tann 1. oktober bjóða vit tykkum við til tvær spennandi LKV-vitjanir í Klaksvík, har vit fara at vitja Hotel KG og Rótina.
Skrá fyri tiltakið
Kl. 15:00 – Rótin
Við Sandin 4, Klaksvík
Kl. 16 – Hotel KG
Biskupstorg 8, Klaksvík
Rótin, nýggi, stásiligi bygningurin hjá húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
Vit byrja dagin á Rótini, har Sølva Jansdóttir Joensen og Jóhanna á Tjaldrafløtti leggja fram og greiða frá virkseminum og sínum arbeiði har.
Rótin er nýggi, stásiligi bygningurin hjá húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Í 2025 flutti skúlin inn í nútímans karmarnar í hjartanum í Klaksvík.
Vit fara at vitja Rótina, síggja flottu karmarnar og hoyra meira um tankarnar, visjónina og spennandi virksemið, har burðardygd, føroysk mat- og handarbeiðsmentan, skapanargleði og nýhugsan ganga hond í hond.
Rótin bjóðar okkum eisini ábit, áðrenn vit fara víðari á Hotel KG.
Hotel KG
Kl. 16 gongur leiðin til Hotel KG, har Randi á Bergi, søluleiðari, tekur ímóti okkum saman við stjóranum, Eiriki Jákupsson.
Vit fáa áhugavert innlit í, hvussu tað hevur gingið hjá nýggja hotellinum fyrstu tíðina. Harumframt greiða tey frá, hvørjir møguleikar og avbjóðingar liggja fyri framman. Vit fara eisini at hoyra um, hvussu Hotel KG arbeiðir við sølu, tænastu og upplivingum, og hvussu hotellið hugsar strategiskt um at skapa eitt sterkt føroyskt hotellkonsept, sum kann kappast um bæði føroyskar og útlendskar gestir.
Síðani fara vit á eina spennandi rundvísing í nýggja og stásiliga hotellinum og fáa innlit í virksemið – bæði nú og í framtíðini.
Og so verður sjálvandi eisini hugsað um góman! Hotel KG bjóðar okkum ábit við lekkrum heimagjørdum djúsi.
Sum nakað heilt serligt fáa vit eisini møguleika at keypa eksklusiv gávukort, sum eru gjørd serliga til okkum í LKV.
Og… vit hava eisini eitt lítið surprise-innslag á skránni, sum vit ikki kunnu avdúka enn.
Vit gleða okkum til at síggja tykkum í Klaksvík! 😊