Frásøgn frá aðalfundi í LKV 2018

Aðalfundur í Leiðandi Kvinnur í Vinnu umborð á Smyril Line 22. mars kl. 16.00

22 limir møttu.

Skrá til aðalfundin:

1) Val av fundarstjóra og skrivara
Fundurin valdi Biritu til fundarstjóra og skrivara. Birita vísti á, at freistin at innkallað var hildin, men at fundurin átti at verið í januar, sambært viðtøkunum. Eingin mótmælti at fundurin var í mars. Staðfest var, at fundarinnkallingin var lóglig.

2) Frágreiðing frá forkvinnuni um farna árið
Barbara, forkvinna, legði fram frágreiðing um virksemi hjá netverkinum í undanfarna ári og las upp soljóðandi:

“Góðu tit allar,

Eg skal vegna nevndina, sum er Marita, sum er næstforkvinna, Henny, skrivari, Guðrun, kassameistari, Birita og eg sjálv ynskja tykkum at vera hjartaliga vælkomnar til aðalfund, sum í ár er umborð á Norrønu.

Kvinnunetverkið hjá okkum er nú fimm ára gamalt og vit eru 75 kvinnur í netverkinum.

Vit fevna um stórt sæð allar vinnugreinar og hava eina øgiliga styrki. Endamál hjá okkum er at skapa eitt forum fyri kvinnur í ymiskum leiðandi størvum í privatu vinnuni. Vit skulu sparra, ráðgeva og stuðla hvør aðrari innan leiðslu og starvsleið, og vit skulu gagnnýta netverkið hjá hvør aðrari í størvinum vit hava ávíkavist sum stjóri, leiðari, sjálvstøðug ella í ábyrgdarstarvi.

Men hvussu brúka vit so hesa styrki og vitanina vit hava?

Um eg skal taka samanum árið 2017, so hava vit havt fýra tiltøk.

15. mars, tá aðalfundur var, greiddi Birita frá nýggju skipanini um at seta á stovn einstaklingavirki.
Hetta er ein møguleiki fyri íverksetarar, sum ætla at seta í gongd egna fyritøku og tað nýggja er, at hetta kanst tú gera fyri 1 kr. Fyrilesturin var sera áhugaverdur og upplýsandi og hevur í hvørtfall givið mær íblástur til at hugsa nýtt.

6. juni skipaðu vit fyri netverkstiltaki á Hotel Tórshavn. Vit høvdu biðið Mariann Ivansdóttir Klein, hárfríðkannarkvinnu og Siri Tórgarð, skipa fyri degnum. Mariann, sum er vinnulívskvinna burturav og ferðast víða í heimi við sínum fakførleika, skuldi greiða frá týdninginum at hava og brúka sítt netverk. Tíanverri hevði hon forfall henda dagin, men vit ætla ikki at ganga glipp av hennara frásøgn, og ætla tí at seta hetta evnið aftur á skrá seinni.

So Siri Tórgarð, leiðsluráðgeva, átti tíðskilt høvuðsinnihaldi í degnum. Hon bjóðaði seg fram, at skipa fyri førleika BINGO. Og hetta var ein góður og gevandi dagur. Allar vóru spentar at vita hvat Førleika bingo var fyri nakað. Sjálv hevði eg ongantíð hoyrt um hetta fyribrygdi fyrr. Vit vistu, at tað var lýst sum ein góður ísbrótari til at læra hvørja aðra betur at kenna. At tað var óformelt og stuttligt, og at allar samstundis skuldu fáa størri innlit í hvørjir førleikar eru til staðar í høpi okkara. Dagurin eydnaðist sera væl og hetta eiga vit heilt sikkurt at gera aftur.

29. september fóru vit til Klaksvíkar á virkisvitjan hjá Føroya Bjór. Vit hittust á Farstøðini, har bussur stóð og bíðaði eftir okkum. Vit vildu kunna okkum um virksemi, søguna og ikki minst um netverkið hjá Anniku Waag. Vit vóru móttiknar av einum flottum harra, einum týskum bryggjara, sum starvaðist hjá Anniku hetta tíðarskeiðið. Hann gekk runt í fyrriklæði og hjúklaði um okkum, bjóðaði vælkomudrykk, hevði gjørt døgurða og stóð síðan fyri ølsmakkingini aftaná – hetta alt undir
leiðslu av Anniku, sum greiddi frá virkseminum á Føroya Bjór. Hon vísti okkum fremleiðsluhøllina, kunnaði um produktini, tey framleiða, eitt nú spildurnýggju ølina Katharina von Bora, sum smakkaði avbera væl, og greiddi frá hvørjar framtíðarætlanirnar eru. Vit sóðu eisini flottu kopartangarnar, fullir av wisky, sum skuldu standa í fimm ár, minnist meg rætt, áðrenn tappað verður. Til síðst fingu vit høvi at keypa í útsøluni og vóru leskaðar til busstúrin heim.

10. november vóru vit aftur saman. Nú á Hotel Hafnia og í Sirkus á virkisvitjan. Oddbjørg greiddi okkum frá virkseminum á Hotel Hafnia, vit sóðu øll tey nýístandgjørdu rúmini, eitt nú Panorama og hvussu snøgg kømrini eru blivin. Greitt var frá møguleikunum at leiga seg inn, til fundir o.a. Síðan sluppu vit inn í tað allar heilagsta, nemliga køkin, har vit fingu ein góðan brellbita. Eftir hetta sóðu vit fantastisku smátturnar, sum standa í túninum og fóru síðan inn til Kathrinu Christiansen. Her var greitt frá húsinum og øllum møguleikum, húsið hevur og aftur her fingu vit nýbakaðar vaflur og gløgg. Hetta var menuin, ætlanin var at bjóða gestunum dagin eftir, tá tað alment lat upp.

Síðan gingu vit oman í Sirkus, har Sunneva tók ímóti. Hon greiddi frá Sirkus-konseptinum, sum er eyðkent við at pláss er fyri øllum fólkum og serliga teimum, sum hava egnu innfalsvinklar til dagin, og tætta tilknýti, hon í hesum sambandi hevur havt til Ísland og Reykjavík. Sunneva borðreiddi við indiskum mati, sum smakkaði so sera væl. Her fingu vit eisini høvið til at práta og netverka, í góðum anda.

Nevndin hevur lagt til rættis hesi tiltøk við fundum gjøgnum árið og hevur eisini framtíðarætlanir, sum skulu styrkja okkara netverk. Fyrsta virkisvitjanin verður hjá Poulu Michelsen og vit gleða okkum til hetta tiltakið. So skjótt sum vit hava eitt dato og eina ætlan, frætta tit nærri.

Eg byrjaði við at staðfesta, at vit hava eitt sterkt netverk og setti spurningin, hvussu brúka vit hesa styrki og vitanina vit hava?

Tað er ringt beinleiðis at máta hetta. Men mín varðhugi er, at vit allar hava fingið meira vitan um tað, sum hinar arbeiða við og tað í sjálvum sær er ein fongur. Eg veit eisini, at okkara netverk er brúkt, tá leitað hevur verið eftir kvinnum, sum hava ávísar førleikar. Og tað er gott. Vit mugu seta nøsina eftir at byggja upp tættari relatiónir ella sambond, tí tað er ígjøgnum tøtt sambond, at vit veruliga koma at kenna hvørja aðra.

Eg havi verið í nevndini síðan netverkið byrjaði fyri fimm árum síðan, og havi boðað frá, at eg stilli ikki uppaftur til nevnd hesaferð.

So eg vil nýta høvið til at takka nevndini fyri gott samstarv, nú sum limur í netverkinum.

Takk fyri. “

3) Framløga av roknskapi
Birita legði fram ársroknskapin, sum Eyðbjørg Thorleifsson hevði grannskoða. Ársúrslitið vísir 17.388 kr. og felagið eigur 70.645 kr. á bók pr. ultimo í 2017. Ársroknskapurin verður lagdur á heimasíðuna. Onkur limur viðmerkti, at inntøkurnar frá limagjaldið ikki svaraði til limatalið. Nevndin kannar hetta nærri.

4) Val av nevndarlimum
Barbara á Tjaldrafløtti og Marita Rasmussen stóðu fyri vali og stillaðu ikki uppaftur. Marjun Eystberg og Poula Michelsen vóru einmælt valdar. Fundarstjórin takkaði fráfarandi limunum fyri sítt virksemi og teimum, sum komu í nevndina.

5) Val av grannskoðara millum limirnar
Eyðbjørg Thorleifsson var einmælt afturvald til grannskoðara.

6) Ásetan av limagjaldi
Nevndin mælir til at varðveita upphæddina sum er 500 kr. tikið var undir við hesum.

7) Innkomin uppskot
Skotið varð upp at broyta viðtøkurnar soleiðis, at aðalfundurin verður hildin í seinsta lagið 1. mai.
Uppskotið varð einmælt samtykt.

8) Ymiskt
Virkisvitjan verður í mai mánðai hja PM. Kunnað verður um tiltakið í góðari tíð. Heitt var á limirnar um at skráseta og uppdatera sín profil á heimasíðuni. Kunanð varð um, at tað í næstum verður møguligt at leinkja til LinkedIn frá profilinum á heimasíðuni.

Skotið varð upp, at nevndin kannar møguleikan fyri at skipa fyri eini vitjan hjá systurfelagnum í Íslandi. Møguliga kann ein partur av innistandandi hjá felagnum brúkast til at skipa fyri einum slíkum túri.

Fundur lokin: 17.30

Birita, skr.

Eftir fundin helt Halgir Dahl Olesen, stjóri á Smyril Line Cargo eina sera áhugaverda framløgu um fraktvirksemið hjá Smyrli Line og marknaðir fyri innflutning og útfluting.