Aðalfundur verður 23. februar kl. 15

Í ár verður aðalfundurin hjá Leiðandi Kvinnum í Vinnu ein fríggjadag, og tí verður hann eyka festligur. Vit byrja á Hotel Djurhuus klokkan 15 við aðalfundi og framvísing, og seinni gongur leiðin niðan í OY til framløgu, ølsmakking og tónleik.

 

Vit byrja við aðalfundi

Nevndin í Leiðandi Kvinnum í Vinnu tørvar nýggja styrki. Tí vóna vit, at fleiri tykkara stilla upp til nevndarval, nú nakrir av nevndarlimunum ikki stilla upp aftur.

Annars er skráin sambært viðtøkunum:

1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá forkvinnuni um farna árið
3. Framløga av roknskapi
4. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara millum limirnar
6. Ásetan av limagjaldi
7. Innkomin uppskot
8. Ymiskt

 

Jenny A. í Heiðunum, Hotel Djurhuus

Jenny A. í Heiðunum, stjóri í Hotel Djurhuus, vísir okkum hotellið og greiðir frá teirra virksemi yviri við Strond.

Lis Waagstein, OY

Nýggjasti limurin í LKV er Lis Waagstein, stjóri í OY. Lis fer at greiða frá um seg sjálva og um fjøbroytta virkseminum hjá OY, ið umframt at vera Føroya nýggjasta bryggjarí eisini hevur matstovu og er karmur um ymisk tiltøk.

Lis fer eisini at vísa okkum runt í serstaka bryggjarínum.

Ølsmakking og tónleikur

Síðani fara vit á rundvísing í OY bryggjarínum og sleppa at smakka nøkur av teimum ymisku ølunum, tey bryggja har.

Eftir rundvísingina fer Dania O. Tausen at spæla nøkur løg fyri okkum, og høvi verður at netverka og sparra.