Vit tosa um íverksetan og íløgur

Fríggjadagin 5. apríl bjóða vit til eitt spennandi netverkanartiltak fyri limir í LKV. Á skránni eru framløgur frá áhugaverdum kvinnum, ið greiða frá sínum royndum innan íverksetan og íløgur. Aftaná framløgurnar bjóða vit til hugnaliga netverkan við boblum og onkrum leskiligum til góman. 

Skrá

Tíð: Fríggjadagin 5. apríl kl. 16-20.

Stað: Hugskotið á Vestaru Bryggju 15, 3. hædd, 100 Tórshavn. 

Elisabeth D. Eldevig og Heidi Petersen hava drúgvar royndir í føroyska vinnulívinum og fara at greiða frá sínum royndum við at gera íløgur.

Jutta Helgadóttir greiðir frá sínari íverksetaraferð og hvussu hon fann íleggjarar. 

Sóley Heradóttir Hammer úr Hugskotinum fer at greiða frá einglanetverkinum FARBAN, ið knýtir íløguáhugað og íverksetarafyritøkur saman.

Elisabeth D. Eldevig, Framherji

Elisabeth D. Eldevig og maðurin Anfinn Olsen lósu bæði fiskivinnufrøði á lærda háskúlanum í Tromsø í Noregi í 1980’unum. Lívsleiðin hevur lagað seg so, at felags áhugamálini hava samantvinnað teirra heima- og vinnulívsvirksemi soleiðis, at tey í felag reka Sp/f Framherja og tess dótturfeløg. Íslendsku vinarbondini frá lestrartíðini blivu til ítøkilig átøk, tá samstarvið við Samherja HF bleiv til Sp/f Framherja í 1994. Síðani hevur felagið ment seg til eitt av størstu samtøkunum í føroyska vinnulívinum.

Elisabeth D. Eldevig er í dag nevndarforkvinna í Framherja, ið seinastu áratíggjuni hevur gjørt nógvar risaíløgur bæði í Framherja og dótturfeløgunum, men eisini í øðrum feløgum í Føroyum.

Summarið 2023 boðaðu Sp/f Framherji og hjúnini Elisabeth D. Eldevig og Anfinn Olsen frá, at tey vildu traðka eitt sindur aftur, og harvið koyra staffettina víðari til næsta ættarlið. Í dag eiga børnini hjá Elisabeth og Anfinn 80% av felagnum, meðan Elisabeth og Anfinn eiga 20%.

Elisabeth fer at greiða frá sínum royndum við at gera íløgur saman við dóttir síni Rósu Olsen.

​Heidi Petersen – eigari, stjóri og nevndarforkvinna

Gjøgnum eitt langt arbeiðslív hevur Heidi fjølbroyttar royndir við at gera íløgur, keypa og byggja upp fyritøkur av alskyns slag. Hesar fevna um alt frá einum reiðaríi til ferðavinnuskrivstovu og enntá eitt bryggjarí.

Heidi fer at greiða frá ymiskum sløgum av íløgum.

 

Jutta Helgadóttir, stjóri og eigari, Hoyrnin

Jutta Helgadóttir byrjaði við Hoyrnini í 2009, eftir at hon hevði arbeitt innan tað almenna í Føroyum og Danmark sum audiolog.

Jutta fer at greiða frá sínari íverksetaraferð og hvussu hon fann íleggjarar til Hoyrnina, sum er fyrsti góðkendi privati veitarin av hoyritólum í Føroyum.

 

 

Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum

Sóley fer at greiða frá um føroyska einglanetverkið FARBAN.

FARBAN, Faroese Business Angel Network, er fyrsta føroyska einglanetverkið og er partur av norðurlendska einglanetverkinum NABAN. Endamálið er at knýta saman íløguáhugað og íverksetarafyritøkur.

Sum limur í FARBAN ert tú partur av einum netverki av vinnueinglum og tú fært høvi at gera smærri íløgur í íverksetarafyritøkur, sum leita sær fígging í byrjanarfasuni. Samstundis verður tú eisini partur av NABAN, sum fevnir um einglanetverk í Íslandi, Grønland og Norður Norra.