Um okkum

Leiðandi kvinnur í vinnu er eitt opið netverk og forum fyri kvinnur í leiðandi størvum í privatu vinnuni.
Endamálið er at sparra, ráðgeva og stuðla hvør aðrari innan leiðslu og starvsleið v.m. Endamálið er eisini at gagnnýta netverkið hjá hvør aðrari og at menna hvørja aðra í starvinum sum stjóri, leiðari, sjálvstøðug ella í ábyrgdarstarvinum.

Regluligir fundir eru í minsta lagi eina ferð um kvartalið.

Prísurin fyri at verða limur í LKV er 500 kr. um árið.
Konto nummarið er: 9181 – 424.426.7.

Í nevndini eru

Poula Michelsen
Poula Michelsen

forkvinna

Birita Samuelsen
Birita Samuelsen

næstforkvinna

Henny á Líknargøtu
Henny á Líknargøtu

skrivari

Guðrun Poulsen
Guðrun Poulsen

kassameistari

Marjun Eystberg
Marjun Eystberg

nevndarlimur

Fyrimunir

Allir limir fáa atgongd til umleið 4 tiltøk um árið. Tiltøkini eru í ávísum førum ókeypis, tó skal rindast fyri mat og drekka, um tað er ein partur av tiltakinum.

Størsti fyrimunurin við at verða limur í netverkinum er, at tú fært:

N
Møguleika at tosa og sparra við leiðarar í vinnuni
N
Atgongd til einasta privata netverkið fyri kvinnuligar leiðarar í Føroyum
N
Atgongd til relevant tiltøk, ið kunnu menna teg sum leiðara