Kom við á virkisvitjan á Faer Isles Distillery, konsert og netverkan

Enn eitt spennandi tiltak við LKV er á skránni, og hesaferð fara vit á forkunnuga virkisvitjan.

Skrá

Tíð: Hósdagin 16. mai kl. 16-23.

Stað: Bussurin koyrir úr Havn kl. 16. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

Vit skipa fyri bussi úr Havn til Kvívíkar, har Marius Ziska fer at spæla nøkur løg fyri okkum í flotta, spildurnýggja goymslubygninginum hjá Faer Isles Distillery við allarhelst Føroya vakrasta útsýni.

Aftaná fara vit til Vestmannar, har vit fáa eina rundvísing í Faer Isles Distillery við smakkiroyndum og síðani verður borðreitt við mati frá Essuni.

Tá ið vit hava etið, koyrir bussurin okkum aftur til Havnar, har vit enda við hugna og netverkan í Essabarr kl. 20, har okkara íslendska systirfelag KIS eisini verður við.

Av tí at bussur og matur skulu bíleggjast í góðari tíð, er neyðugt at tekna seg til tiltakið í seinasta lagi 15. mai kl. 22.