Viðtøkur

§ 1. Navn felagsins er LKV – Leiðandi kvinnur í vinnu.

§ 2. Endamál felagsins er at skapa eitt forum fyri kvinnur í leiðandi størvum í privatu vinnuni
Stk. 2. Endamálið er at sparra, ráðgeva og stuðla hvør aðrari innan leiðslu og starvsleið v.m..
Stk. 3. Endamálið er at gagnnýta netverkið hjá hvør aðrari og at menna hvør aðra í starvinum sum stjóri, leiðari, sjálvstøðug ella í ábyrgdarstarvinum.
Stk. 4. Tá ið høvuðsnetverkið er stovnað er næsta málið at stovna undirbólkar, har møguleiki verður fyri meira nágreiðligum vitunarbýti.

§ 3. Kvinnur í leiðarastarvi, sjálvstøðugar vinnurekandi og kvinnur í øðrum ábyrgdarstarvi kunna gerast limir í felagnum
Stk. 2. Nevndin kann loyva upptøku av limi, sum ikki lýkur treytina í stk. 1.
Stk. 3. Limur, sum ikki hevur goldið limagjald, verður strikað.

§ 4. Regluligir fundir eru í minsta lagi eina ferð um kvartalið. Nevndin ella bólkar undir henni kunnu eftir tørvi skipa fyri øðrum fundum og tiltøkum.
Stk. 2. Skrá fyri regluligu fundirnar verður send út einaferð um árið í januar. Limir kunnu á hvørjum fundi koma við uppskotum til evnir fyri komandi fundirnar.
Stk. 3. Nevndin kallar inn í minsta lagi 2 vikur áðrenn fundin við skrá og prísi fyri tiltakið og boðar frá, um so er,at rindast skal fyri mat, drekka, hølir og møguliga framløgu. Meldast skal til í seinasta lagið 2 dagar eftir, at innbjóðingin er send. Tiltakið kann bert avlýsast um færri enn 10 hava meldað til.

§ 5. Allir limir hava tagnarskyldu um viðbreknir ella persónligir upplýsingar koma fram.

§ 6. Aðalfundurin ásetir limagjaldið. Limagjaldið verður kravt inn eina ferð um árið.

§ 7. Dagliga leiðsla felagsins er nevndin, sum telir fimm limir. Nevndin skipar seg sjálv við forkvinnu og næstforkvinnu. Nevndaravgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er atkvøða forkvinnunar avgerðandi.
Stk. 2. Aðalfundurin velir nevndina. Nevndin verður vald í tvey ár í senn, tó soleiðis at tveir limir kunna verða útskiftir annað hvørt ár og tríggjar limir annað hvørt ár.
Stk. 3. Um nevndarlimir fara úr nevndini millum tveir aðalfundir, heldur restin av nevndini fram til næsta aðalfund.
Stk. 4. Limir kunnu ikki bera seg undan nevndarvali uttan við haldgóðari grund.

§ 8. Aðalfundur verður hildin áðrenn 1. mai. Nevndin kallar inn til aðalfund við dagsskrá fyri fundin við í minsta lagi sjey daga freist. Dagsskráin skal í minsta lagi vera henda:

1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá forkvinnuni um farna árið
3. Framløga av roknskapi
4. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara millum limirnar
6. Ásetan av limagjaldi
7. Innkomin uppskot
8. Ymiskt

Stk. 2. Innkomin uppskot skula vera nevndini í hendi í seinasta lagi tríggjar dagar fyri fundin.

§ 9. Aðalfundurin, sum er hægsta vald felagsins, er viðtøkuførur um minst fimm limir møta. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
Stk. 2. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, og skal verða hildin, um fimm limir ynskja tað. Nevndin kallar inn elektroniskt við 7 daga freist.

§ 10. Roknskaparárið gongur frá 1. januar til 31. december.
Stk. 2. Grannskoðaður roknskapurin verður lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar.
Stk. 3. Grannskoðari verður valdur eitt ár í senn. Afturval er loyvt.

§ 11. Felagið kann verða avtikið á vanligum aðalfundi.
Stk. 2. Aðalfundurin avgerð, hvønn ognir felagsins falla til.

§ 12. Í sambandi við stovnan av felagnum verða 5 nevndarlimir valdar á stovnandi aðalfundinum, tó soleiðis, at tvær verða valdar fyri eitt ár og tríggar fyri tvey ár.

Ársroknskapur