Aðalfundur á Hilton Garden Inn

Árligi aðalfundurin hjá Leiðandi kvinnur í vinnu verður hildin á nýggja hotellinum Hilton Garden Inn Faroe Islands. Eftir fundin fáa vit eina eksklusiva undansýning av hotellinum og vit enda dagin við einum betri bita frá høvuðskokkinum Jákup Sumberg.

Setið 16. juni kl. 16 í kalendaran, tí aðalfundurin í ár verður heilt serligur. Vit fáa møguleikan at uppliva marglætishotellið, áðrenn latið verður upp fyri almenninginum.

Hilton Garden Inn Faroe Islands er 4 stjørnu hotell. Hotellið hevur 130 dupultkømur, eina hugnaliga tilhaldsstovu, matstovu, barr í forhøllini, baðstovu, venjingarhøli, gosbað og fimm fundarhøli, og eitt av hesum hølum er karmur um aðalfundin.

Tit, ið luttaka á aðalfundinum fáa eitt serligt tilboð, at gista fyri serprís, tá hotellið letur upp. Prísurin er 900,- fyri náttina í dupultkamari við fantastiskum útsýni og morgunmati.

Skráin fyri aðalfundin er 

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Frágreiðing frá forkvinnuni um farna árið
  3. Framløga av roknskapi
  4. Val av nevndarlimum
  5. Val av grannskoðara millum limirnar
  6. Ásetan av limagjaldi
  7. Innkomin uppskot
  8. Ymiskt

Innkomin uppskot skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi tríggjar dagar fyri fundin.