Aðalfundur á Panorama á Hafnia

Hósdagin 6. mai kl. 17

Eftir ein langan koronusteðg ber endiliga til at halda aðalfund fyri Leiðandi Kvinnur í Vinnu. Umframt tað formliga sum ein aðalfundur eigur at hava, er høvi at netverka og sparra innan okkara fak og framløgur frá spennandi gestum. Vit varpa ljós á javnstøðu í 2021, tí enn eru vit ikki komin á mál.

Lív Patursson frá Javnstøðunevndini hevur framløgu um javnstøðu Í mun til vinnu og leiðslu í Føroyum, har høvið eisini verður at seta spurningar og kjakast.

Eisini skipar Elisa Vang, sum fleiri kenna frá Gin Yoga, fyri undirhaldi. Kenna vit Elisu rætt, verður hetta alt annað enn keðiligt 🙂

Vit vóna at síggja so nógvar av tykkum sum gjørligt 🙂