Frásøgn frá aðalfundi í LKV 2021

Aðalfundur í Leiðandi Kvinnur í Vinnu á Parnassinum á Hotel Hafnia 7. mai 2021 kl. 17.00

Luttakarar: umleið 25 kvinnur vóru á fundi

Skrá til aðalfundin:

1) Val av fundarstjóra og skrivara
Fundurin valdi Jónhild Rasmussen til fundarstjóra og Biritu Sandberg Samuelsen til skrivara. Jónhild vísti á, at freistin at innkallað var hildin, men at fundurin átti at verið í seinasta lagi 1. mai, sambært viðtøkunum. Eingin mótmælti at fundurin var í juni. Staðfest var, at fundarinnkallingin var lóglig.

2) Frágreiðing frá forkvinnuni um farna árið

Birita Sandberg Samuelsen, forkvinna, greiddi soleiðis frá:

Árið í fór

Hetta árið byrjaði fyri okkum í hesi nevndini tann 16. juni í fjør, tá aðalfundur varð hildin á Hotel Hilton.

Hetta var áðrenn Hotel Hilton lat dyrnar upp fyri almenninginum, so hetta var ein forkunnug vitjan í so máta.

Thora Eyðunsdóttir Marr, sum er í netverikinum, bjóðaði okkum til rundvísing á hotellinum og til ein bita í Hallartúni aftaná rundvísingina. Til fundin møttu umleið 50 kvinnur, harav eini 40 limir, og 10 gestir, sum limirnir høvdu boðið við til tiltakið.

Síðani hava tit í LKV ikki sæð ella hoyrt nógv til okkum í nevndini. Orsøkin er fyrst og fremst corona. Vit hava í nevndini í LKV kanska ikki verið so ”umstillingsparatar”, som tað hevur verið neyðugt hjá okkum at vera í okkara dagligu størvum.

Ikki tí, nevndin hevur hitst onkuntíð, at umrøða hvat vit kunnu seta á skrá og hvat er møguligt.

Vit hava umrøtt at hava eitt tiltak, har avbjóðingarnar, sum corona hava havt við sær fyri leiðslu og vinnuna sum heild vóru á skrá. Men tað bleiv ikki til nakað – tí tað var so trupult at planleggja nakað – orsakað av corona.
Eg rokni við at flestu okkara hava uppliva hetta seinasta árið, sum eitt heldur ørðvísi ár. Tann 12. marts tá samfelagið fór niður í ferð, og alt steðgaði upp eina løtu – kanska ikki fyri tey sum seldu wc-rullir og gerð, men annars helt samfelagið ondini eina løtu í marts mánaða.

Og tað er uttan iva ymiskt, hvat hetta árið so hevur havt av avbjóðingum og møguleikum við sær fyri okkum her í LKV. Summar vinnur eru harðari raktar enn aðrar. Eg rokni við at tað eru fleiri í netverkinum, sum hava verið noyddar at tillaga arbeiðsgongdir og rakstur í fyritøkunum, sum vit varða av. Nakrar hava verið noyddar at niðurleggja virksemið í styttri og longri tíð orsakað av coronatilmælum.

Fyritøkur vóru noyddar at finna nýggjar mátar at røkka brúkarunum og umstilla seg til ein digitala marknaðarføring.
Og nógv av hesum mátti avgreiðast uppá ein nýggjan máta at samskifta uppá, við teams og zoom, og hvat annars finst av samskiftistøkni.

Fyri nakrar vinnur hevur hetta árið givið størri umsetning og nýggjar møguleikar. Eg prátaði við eina kvinnu, sum rekur eina handil, sum selur máling og tógv, og hon hevði fyri einum góðum ári síðani latið ein nethandil upp eisini. Fyri hana var várið og summarið 2020 helt serligt uppá tann mátan, at hon kláraði næstan ikki at arbeiða undan, tí eftirspurningurin á báðum høvuðsvørunum hjá henni eksploderaði, umframt at hon harumframt kundi røkkast á netinum.

So fyri eitt neverk sum okkara, eru uttan iva nógv evni at sparra um og taka upp. Kanska vit koma aftur til okkurt av hesum – ella kanska hvat vit hava lært av hesum meldrinum av nýggjum avbjóðingum, sum corona hevði við sær.

Eitt annað evnið, nevndin ætlaði at hava eitt tiltak um, var spurningurin um kynslig mørk á arbeiðsplássinum.

Í Breddanum í oktober varð spurnarkanning millum 500 føroyingar løgd fram, ið vísti, at 4. hvør kvinna hevði upplivað, at onkur var farin yvirum hennara kynsligu mørk á arbeiðsplássinum.

So høg tøl, sum her er talan um, siga søguna um eina arbeiðsmentan, ið á ongan hátt kann góðtakast, og sum eigur at verða broytt ongantíð ov skjótt.

Sum leiðandi kvinnur í vinnu hava vit saman neyðugu styrkina til at fremja broytingar á stórum pørtum av arbeiðsmarknaðinum, um vit byrja við okkara egnu arbeiðsplássum. Umframt at hetta eisini eigur at fáa okkum at hugsa um, hvussu vit sjálvar ”uppføra” okkum sum leiðarar.

Netverkið hjá okkum hevur ein breiðan limaskarða, og endamálið er millum annað at sparra, ráðgeva og stuðla hvør aðrari innan leiðslu og starvsleið.

Av tí at vit eru eitt breitt netverk, kann tað eisini verða trupult at finna tiltøk, sum eru relevantar fyri allar. Tað hevur tí ofta verið umrøtt í nevndini at stovna undirbólkar. Tað kann verða trupult hjá eini nevnd at avgerða, hvør hevur somu áhugamál, og hetta kann eisini broytast við tíðini, og tað er heldur ikki neyðugt at gera tað so formelt.

Tí vil eg bara eggja okkum øllum í netverkinum til eisini at finna saman í smærri bólkar, tað kundi verið innanfyri somu vinnurgrein, sama aldursbólk, ella kvinnur, sum hava somu ella líknandi avbjóðingar. Tað krevur bara, at ein ella nakrar taka stig til at bjóða til eitt tiltak.

Tað kundi verið ein háttur at fáa meira burturúr netverkinum. Og um tit hava hugskot til tiltøk ella evnir, sum tit kunnu hugsa tykkum nevndin fyriskipar ella tekur upp, so siga okkum enduliga frá.

Frágreiðingin varð tikin til eftirtektar.

3) Framløga av roknskapi
Birita legði fram ársroknskapin, sum Eyðbjørg Thorleifsson hevði grannskoða. Ársúrslitið vísir eitt avlop á 9.198 kr. og felagið eigur 81.278 kr. á bók pr. ultimo í 2020. Ársroknskapurin verður lagdur á heimasíðuna.

4) Val av nevndarlimum
Guðrun Poulsen og Birita Sandberg Samuelsen stóðu fyri valið. Tær blivu afturvaldar.
Jónhild Rasmussen, Gudny Langgaard og Ann Jógvansdóttir stóðu ikki fyri valið.

5) Val av grannskoðara millum limirnar
Eyðbjørg Thorleifsson var einmælt afturvald til grannskoðara.

6) Ásetan av limagjaldi
Nevndin mælir til at varðveita upphæddina sum er 500 kr. tikið var undir við hesum.

7) Innkomin uppskot
Einki uppskot var innkomið.

8) Ymiskt
Einki til hetta punktið
Fundur lokin kl. 17.30

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum forkvinnu, Ann Jógvansdóttir sum næstforkvinnu, Guðrun Poulsen sum kassameistara, Jónhild Rasmussen sum skrivara og Gudny Langgaard sum limur.

Framløga: Javnstøða, (k)vinnur og leiðsla, Lív Patursson