Fyrilestur við Mariann Klein Ivansdóttir og førleika bingo við Siri Tórgarð

á Hotel Tórshavn 6. Juni kl. 16.00

Kom við okkum til fyrilestur hjá Mariann Klein Ivansdóttir og førleika bingo við Siri Tórgarð. Mariann fer at greiða frá hennara vinnuligu royndum og hvussu umráðandi tað er við netverkan. Sum eitt bindilið frá ráðunum hjá Mariann um netverkan, kemur Siri Tórgarð eftirfylgjandi at skipa fyri FØRLEIKA BINGO.

Mariann Klein Ivansdóttir

Mín ferð til heimsins tindar
Mítt besta ráð er netverkan, netverkan, netverkan. Tí týdningurin av at kenna tey røttu fólkini, sum hava somu passjón og drívmegi sum tú, er alstórur, um tú ætlar tær at koma víðari út í heim ella at betra um tína fyritøku, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.

Mariann Klein Ivansdóttir varð fødd í 1983 og er uppvaksin í Vestmanna. Allar royndirnar, alt stríðið, allir dreymarnir frá tá og til dagin í dag hava gjørt hana til ein av heimsins bestu hárfríðkanum. Hon vitjar javnan kring allan knøttin, har hon undirvísir í hármóta; hon stendur á odda fyri heimskollektiónum sum verða vístar á heimsins størstu mótapallum; hon verður umbiðin at styla filmsstjørnum til glógvandi gallakvøld, og tilboðini um eina karrieru uttan fyri landaoddarnar í toppinum av mótaheiminum floyma inn gjøgnum brævsprekkuna.

Aftanfyri glamourøsu (k)vinnuna býr beinhart arbeiði. Tí Mariann er so øgiliga nógv meira enn ein hárfríðkanarkvinna. Hon er ein vinnulívskvinna við stóra V og stendur einsamøll á odda fyri trimum fyritøkum. Tveimum í Føroyum og einari í Danmark. Undir sær í sínum fyritøkum hevur hon 11 starvsfólk og hon samstarvar dagliga við eina ørgrynnu av samstarvsfeløgum kring knøttin, hon letur í næstum ein handil upp í stórari handilsketu í Keypmannahavn og vit kundu hildið fram…

Men also – hvussu kemur man hartil?
Spurningurin sníkjur seg í tankarnar, tá ið man frættir um tindarnar, sum Mariann á ungum aldri longu hevur nátt.
Tí hvat skal til?  – Passjón og netverk. Tað er uppskriftin, er stutta og greiða svarið.
Hvat merkir tað so í praksis?

Kom við okkum til fyrilestur og hoyr alt um hetta!

Siri Torgarð

Siri Tórgarð er 39 ár, búsitandi í Fuglafirði og arbeiður sum sjálvstøðugur leiðsluráðgevi í samstarvið við Leiðsluhúsið. Hon hevur nomið sær útbúgvig innan organisatión, leiðslu og samskifti, og er serliga upptikin av at skapa størri trivna, betur tænastu og úrslit, og burðardygga leiðslu í Føroyum.

Førleika bingo – er ein góður ísbrótari til at læra hvørja aðra betur at kenna. Tað er óformelt og stuttligt, samstundis við, at vit fáa størri innlit í hvørjir førleikar eru til staðar í høpi okkara.
Spæli er einkult – allar fáa hvør sína bingo plátu har tað standa ymiskir førleikar á.  Nú ræður um at finna eina kvinnu til hvønn førleika og tann sum fyrst fær fulla plátu hevur vunnið.

Meldi tykkum til tiltakið á facebook bólkinum hjá LKV og legg til merkis at allir limir í netverkinum hava møguleika at takað eina kvinnu við, ið ikki er limur.

Vit síggjast!