Frá valfundinum fyri kvinnur í Norðurlandahúsinum:

Henny á Líknargøtu um Barnsburðarfarloyvi

Barnsburðarfarloyvi
Flestu flokkar lova eitt ára barsilsfarloyvi. Alt gott um tað tí nógvar barnafamiljur ynskja, at hava møguleika at vera longri heima við børnunum. Samtíðis sum tørvur er á, at vit fáa fleiri børn, um aldursbýtið í framtíðini ikki skal verða enn skeivari.

Farloyvis tíðin og útgjaldi frá Barsilsskipanini er tí ein týðandi lutur í samfelagnum, men eg haldi, at vit eiga at vera sera varin við at broyta verandi skipan,, um broytingin bara skal fevna um kvinnurnar. Tað kann gerast ein bági fyri kvinnur, ið vilja arbeiða, vilja karrieru og fíggjarligt óheftni.

Tíðin har maðurin er einsamallur uppihaldari er ein farin tíð. Við børnum, húsum, føstum útreiðslum og frítíðaraktivitetum krevst, at bæði kvinna og maður arbeiða. Húsarhaldið leggur tilveruna til rættis eftir inntøkunum, ið koma hvønn mánað.

Eg vil nevna eitt dømi um støðuna í dag:
Eitt par skal hava eitt barn. Mánaðarlønin hjá kvinnuni er 35.000 kr. og hjá manninum 40.000 kr. um mðr. Mamman, fer í farloyvið fyrstu 8 mðr. Tað kostar familjuni einar 100 tkr. tilsamans, íroknað pensjón.

Hvat so tá 8 mðr. eru farnir ? Foreldrini eru samd um, at tað besta fyri barnið er at fáa nakrar vikur afturat heima. Eitt gott arbeiði, sum millum leiðari í meðal stórari fyritøku bíðar eftir mammuni, og hon er spent at koma aftur til arbeiðis. Hvør skal so vera heima? Pápin kundi hugsað sær tað, men tey gera av, at hann skal geva mammuni 2 vikur afturat, tí annars missa tey enn meira, og torførari verður at gjalda lánið, og alt annað.

Fakta í dag er:
at tað er ymiskt, hvussu nógv ein fær í barsilspeningi, alt eftir um tú ert arbeiðsgevari ella løntakari, og hvat slag av løntakara tú ert. Ongin kann tó fáa meira enn 25.000 kr. um mánaðin úr Barsilsgrunninum, íroknað frítíðarløn og eftirløn, samstundis er onki lægsta mark.

Vit eru í 2015, og tað undrar meg al mikið, at ongin tekur fatur á at hækka útgjaldið, soleiðis at vit sum forvinna meira enn 25.000 tkr. fáa okkara løn. Eisini tá ið vit eiga børn.

Tað hevur eftir mínum tykki við sær:

  • At kvinnur halda seg aftur at fáa næsta ella triðja barnið
  • Tað heldur monnum, ið oftast forvinna meira enn 25.000 kr. aftur at fara í barsil.
  • Arbeiðsgevari fær endurgoldið max kr. 25t. og kann tí aftra seg at seta kvinnur í starv.

Út frá hesum haldi eg at tað er neyðugt at vit kjakast um:

  1. Hvørt 2-3 mánaðir burdu verið oyramerktir til pápar
  2. Hvussu fáa vit fleiri børn, samstundis sum karrierumøguleikarnir ikki vikna grundað á farloyvið.

Eg ivist ikki í, at longt barnsburðarfarloyvi kann gera fíggjarligu og karierumessigu møguleikarnar hjá kvinnum verri, og at hugburðurin í Føroyum framhaldandi verður, at mamman skal vera heima hjá børnunum. Ber til at fáa menn at taka longri farloyvi enn tær 4 vikurnar, teir nú hava, um lønarendurgjaldið ikki verður hækkað ? Eg vænti ikki.

Eg og fleiri kvinnur við mær, eru bangnar fyri, at um vit leingja farloyvið uttan at taka atlit at reellu lønini, so verða tað nógvar kvinnur, sum velja børn frá bæði av karrieru og peningaligum orsøkum, samstundis sum vit fáa enn færri menn at taka sín part. Vit mugu sum eitt framkomið samfelag, ikki seta kvinnuna aftur í leiklutin, sum heimagangandi mamma, sum er bundin av lønini hjá manninum.

Tað kann vera freistandi hjá arbeiðsgevara, sum skal velja ímillum tvey eins væl útbúgvin og skikkað fólk, at seta ein mann í starv, um hann hevur eina kvinnu og ein mann at velja ímillum, tí arbeiðsgevarin kann rokna við, at maðurin verður stabilari í starvinum, orsakað av ”barnsburðinum” hjá kvinnuni. Harafturat skal arbeiðsgevarin møguliga rinda kvinnuni munin ímillum tær 25 t.kr. og lønina, ið hon vildi fingið. Hettar kann skjótt blíva ein stórur útreiðslupostur hjá einum arbeiðsgevara.

Alt gott um 1 ár í farloyvið, men tað má vera ein valmøguleiki, umframt at útgjaldið má samsvara við lønina + pensjón. Um vit hugsa karrierukvinnur, so meti eg, at nakað av tíðini má oyramerkjast til pápan.

Takk fyri.