Hósdagin 24. november í Østrøm kl. 17.45

Hósdagin 24. november verður aftur skipað fyri tiltaki fyri leiðandi kvinnur í vinnu. Hesa ferð í Østrøm í Havn.

Skiftisárini og fyribyrging av strongd

Vit byrja kl. 17.45, tá Marianna Vang Simonsen kemur at halda ein fyrilestur, við heitinum ”Skiftisárini og cyklusvitan sum amboð til at fyribyrgja strongd og varveita skapanarhugan”.

Nýggjasta mótarákið

Kl. 18.30 fara vit at vísa nýggjasta mótarákið til ta leiðandi kvinnuna. Unn Zachariassen fer at greiða frá og vísa okkum, hvussu ein klæðir seg best.

Unn fer at seta saman pløgg frá EINSTAKT, Duritu Thomsen, Elisu Heinesen, Klevang og Rebekku á Fjallinum. Unn er dugnalig til at skapa nýggjar og spennandi samansetingar, ið hóska til ymisk kropssnið.

Aftaná bjóða vit brúsandi vín og okkurt gott til matna.

Á tiltakinum verður møguligt at keypa vørur frá EINSTAKT við 20% í avsláttri.

 

Vit gleða okkum

at síggja tykkum, hóskvøldið 24. november kl. 17.45.