Íløgutiltak og aðalfundur

Hósdagin 20. juni kl. 16 skipa BankNordik og ”Leiðandi kvinnur í vinnu” fyri almennum íløgutiltaki í høvuðssætinum hjá BankNordik. 

Tað kann ofta tykjast torført at fara í holt við at gera íløgur á altjóða marknaðunum. Kom og hoyr nærri um hvussu tú kanst bera teg at, annaðhvørt tú umhugsar at keypa virðisbrøv sjálv ella gjøgnum ein peningastovn. 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Skrá:

  • Guðrun Poulsen, umboð fyri ”Leiðandi Kvinnur í Vinnu” bjóðar vælkomin.
  • Birita Samuelsen, umboð fyri “Leiðandi Kvinnur í Vinnu” leiður aðalfunin og leggur fram roknskap. 
  • Framløga við Jákup Petur á Heygum Bærentsen, Íløguleiðara í BankNordik.
    Hann fer at tosa um hví er tað áhugavert at gera íløgur? Hvussu tað er við váða? Hvar fært tú kunning um íløgumøguleikar? Og hvussu bert tú teg at? 

Eftir tiltakið bjóðar BankNordik okkurt søtt til góman og verður góður møguleiki fyri netverkan.  

Nevndin