Frá valfundinum fyri kvinnur í Norðurlandahúsinum:

Innlegg hjá Sissal Kristiansen um karmar fyri íverksetarar

Mvg, skattur, skráseting og GATT eru strævnir partar av at hava egna fyritøku.

Tað kundi verið smidligari, íverksetara-vinaligari og greiðari, men tað er ikki tað sum køvir meg.

Tað sum køvir meg er, at tað er trupult veruliga at fáa ferð á.

Sum er, eri eg ov lítil til at kunna skapa tann vøkstur sum man kann, er man ein av teimum stóru OG eg eri ov stór til at fáa teir ágóðarnar ein kann fáa av at vera ein av teimum lítlu.

Tí man livur jú ikki av Facebook likes aleina!

Tað er dýrt at byggja upp egna fyritøku. Og hevur tú ikki fígging áðrenn, so kemur tað at taka langa tíð eisini. Fíggingarmøguleikarnir eru so gott sum eingir og íløguáhugin í landinum er enn minni. So fyri at hava ráð til goymslu, vørumenning og marknaðarføring má eg arbeiða útvið fulla tíð viðsíðirnarav.

Eg byrjaði rímuliga seint uppá mítt egna, og tá eg valdi Shisa Brand til, valdi eg hús og børn frá. Men eg trúði ikki tá, at tað fór at taka so langa tíð at fáa ferð á.

Alt tað eg geri, geri eg fyri at fáa pengar til at fáa Shisa at koyra. Nú eru 3 ár farin og eg eri langt frá málinum. Hevði eg havt møguleika at fáa eina rímiliga fígging, so kundi eg brúkt tíðina uppá at arbeitt við menning og sølu, heldur enn at skapa grundarlagið fyri at kunna virka og skapa.

G&G, Steinum og aðrar vísa mær vegin.

Skal virksemi hjá mær vaksa, so skal eg út um Føroyar at selja.

Men tað er trupult og dýrt at finna framm til røttu marknaðirnar og kundarnar. Eg veit ikki hvat er rættasti vegurin, og uttan undangongukvinnurnar var eg á herrens mark.

Feilirnar við at luttaka á skeivari og dýrari messu ger man, men við fáum pengum seinkar ein feilur heilt nógv tí man aftur má spara upp til nýggja roynd.

Ein professionellur stuðul til útflutning hevði verið góður – eg hugsi ráðgeving, sparring og gjarna eisini eitt fíggjarligt íkast.

Kundarnir eru har, men forðingarnar eisini

Tá samband og greiður áhugi er frá kunda uttanlands, tá kemur tað: “náh so tit eru ikki partur av EU”.

Tað er í grundini eingin trupulleiki, men tað merkir fleiri tíðarkrevjandi mannagongdir fyri keyparan. Tað hevur verið ein forðing sum førdi til at man tapti ein ordra sum síðan fór til kappingarneytan sum hevði sín uppruna ella var skrásett í EU landi.

Dømi: Síðsti ordrin eg hevði í Týsklandi – har tók tað íalt 2 dagar hjá keypara fyrst at flyta pengarnar (bankarnir tosaðu ikki saman) og síðan at fáa vøruna út. Tann kundan fái eg neyvan aftur, hóast hon seldi allar vørurnar skjótt.

Made in Faroe Islands

Shisa brúkar mentanarsøguliga arvin hjá okkum sum góðskustempul og vil at alt skal vera bundið og frammleitt í Føroyum. Men skattareglar og manglandi smidligheit gera, at tað hevði verið væl bíligari at framleitt uttanlands. Enn betali eg prísin, sum eisini sæst á botnlinjuni. Eg vil tó helst ikki, at tað eru skattareglar sum skula fáa meg til at velja ímillum lønsemi og tann samleikan, sum merki hjá mær byggir á.

Eg standi við eitt vegamót – skal eg blíva við at kempa, ella skal eg fara aftur í fast starv…