Nevndin fyri Leiðandi Kvinnur í Vinnu hevur skipað seg

Á fundi í dag skipaði nevndin í LKV seg og Barbara á Tjaldrafløtti er vald sum forkvinna. Hinar eru Marita Rasmussen næstforkvinna, Henny á Líknargøtu, skrivari, Guðrun Poulsen, kassameistari og Birita Sandberg Samuelsen, nevndarlimur.

Nevndin ætlar at skipa fyri tveimum tiltøkum afturat í 2017. Annað verður í mai/juni og hitt í september. Tiltaki í mai verður í Havn og í september fara vit til Klaksvíkar at vitja Føroya Bjór. Meira kunning um hesi bæði tiltøkini kemur skjótast tilber.