Tiltak og aðalfundur 15. mars 2017

Næsta tiltak verður 15. mars kl. 17–19.

Aðalfundurin verður fyrst á skránni og so fer Birita Sandberg Samuelsen, advokatur hjá Sókn, at hava framløgu um møguleikar at stovna íverksetarafeløg í Føroyum. Hetta inniber m.a. at ein kann koma í gongd við sítt virksemi við einum kapitali á 1,- kr. Løgtingið samtykti 21. apríl 2016 fleiri ymiskar broytingar í partafelagslógini, sum hava til endamáls at gera tað lættari at stovna og reka vinnufyritøkur. Hesar broytingarnar eru komnar í gildi 1. januar 2017.

M.a. er møguleiki at seta á stovn íverksetarafelag við avmarkaðari ábyrgd við einum kapitali á 1 kr. Sambært lógaruppskotinum er málbólkurin fyri íverksetarafeløg íverksetarar, sum hava hug at seta gongd á fyritøku, sum hevur handilsligar møguleikar, men sum í byrjanini ikki hevur tørv á størri kapitalgrundarlagi.

Hesin málbólkur fær nú í boði ein møguleika at byrja fyritøku innan fyri vinnufelagarættarliga rammur við fíggjarliga avmarkaðari ábyrgd.

Tiltakið verður í Smæruni, J. H. Schrøtersgøta 7, Tórshavn.

Nærri kunning um aðalfundin kemur seinni.