Virkisvitjan – Hafnia & Sirkus

Seinasta tiltaki í ár verður ein virkisvitjan á Hafnia og Sirkus

Vit hittast á Hotel Hafnia tann 10. november kl. 16.00. Her fer Oddbjørg at greiða frá virkseminum og vísa okkum hotellið. Síðan fara vit oman á Sirkus. Her greiðir Sunneva okkum frá virkseminum og síðan fáa vit ein betri indiskan bita. Vit hugna okkum so leingi lagið er gott og nógv er at práta um.

Tilmelding er umvegis Facebook síðuna hjá felagnum.

Nevndin