
Virkisvitjan hjá BAKKAFROST
28. november 2018 kl. 13.00-20.00
Góðu tit allar!
Nú er aftur virkisvitjan á skránni, og hesa ferð fara vit at vitja Bakkafrost á Glyvrum. Vit leggja eisini leiðina framvið Runavíkar kommunu, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri m.a. fer at greiða okkum frá eini kommunu í vøkstri og leikluti sínum í Demokratia.
Skráin fyri dagin 28. november 2018
Kl. 13.00 Bussur fer frá farstøðni í Tórshavn.
Kl. 14.00 Torbjørn Jacobsen tekur ímóti og greiður frá eini kommunu í vøkstri og leikluti sínum í Demokratia.
Kl. 15.00 Vælkoma og skráseting hjá Bakkafrost.
Kl. 15:15 Rundvísing á virkinum.
Kl. 16:00 Bakkafrost framløgur – søgan, virðisketan og burðardygd.
Kl. 17:30 Ábit og netverkan
Kl. 18:30 Vitjanin endar og bussur koyrir aftur til høvuðsstaðin.
Vit gleða okkum og vóna at síggja so nógvar av tykkum sum møguligt
Tilmelding fer fram umvegis facebook bólkin hjá LKV
Um tit ikki hava atgongd til facebook bólkin eru tit vælkomnar at melda tykkum til tiltakið við at skriva til lkv@lkv.fo