Vitjan á Hugskotinum í Havn

25. januar kl. 16.00 fara at vitja Hugskotið í Havn.

Jónhild Rasmussen, stjóri í Hugskotinum, fer at vísa okkum runt og hava eina framløgu um Hugskotið og Vakstrarhjólið, sum tey nýta, tá ið tey ráðgeva íverksetarum og vinnulívi.

Aftaná fer Marjun Eystberg at tríva í evnið netverkan. Vit høvdu vitjan av Svend Demant, leiðarakonsulenti hjá IME, í summar. Svend greiddi frá, hvussu umráðandi tað er fyri okkum at netverka, bæði tá tað snýr seg um sparring og tá vit søkja starv. Vit tríva aftur í hettar evnið og fara at arbeiða við netverkan.

Nærri kunning um tiltakið kemur fyrst í januar, men vinarliga set x í kalendaran og sigi frá, um tit vera við. 

Nevndin