Aðalfundur 22. mars 2018 umborð á Norrønu

Hesaferð er aðalfundurin umborð á Norrønu

Fyri at koma umborð, skulu tit, tá tit tekna tykkum, upplýsa navn, eftirnavn og føðingardag. Tilmelding er umvegis Facebook síðuna hjá felagnum.

Eisini verður spennandi framløga á skránni, har Halgir Dahl Olesen, stjóri á Smyril Line Cargo, hevur eina framløgu um frakt virksemi hjá Smyril Line og marknaðir fyri innflutning og útflutning.

Nevndin