Aðalfundur verður 25. mai klokkan 17
Heimurin er komin upp í fulla ferð eftir skjótt tvey ár við farsótt. Hetta viðgera vit á aðalfundinum hjá Leiðandi Kvinnum í Vinnu, sum í ár verður á Hotel Føroyum mikudagin 25. mai kl. 17.
Umframt tað formliga sum ein aðalfundur eigur at hava, er høvi at netverka og sparra innan okkara fak. Eisini vera framløgur frá spennandi gestum. Á aðalfundinum í ár er tað tíðin undir korona og nú eftir korona, ið verður sett á breddan.
Vit vóna at síggja so nógvar av tykkum sum gjørligt