Frásøgn frá aðalfundi í LKV 2020

Aðalfundur í Leiðandi Kvinnur í Vinnu á Hotel Hilton Garden Inn 16. juni 2020 kl. 16.00

Luttakarar: umleið 50 kvinnur vóru á fundi, harav eini 40 limir og 10 gestir

Skrá til aðalfundin:

1) Val av fundarstjóra og skrivara
Fundurin valdi Mimi Steintórsdóttir til fundarstjóra og til skrivara. Mimi vísti á, at freistin at innkallað var hildin, men at fundurin átti at verið í seinasta lagi 1. mai, sambært viðtøkunum. Eingin mótmælti at fundurin var í juni. Staðfest var, at fundarinnkallingin var lóglig.

2) Frágreiðing frá forkvinnuni um farna árið
Poula Michelsen, forkvinna, greiddi soleiðis frá:

Hvat er LKV? Hví hava vit hetta netverkið? Hvat kunnu vit fáa burturúr at vera limir?

 
Hendan nevndin hevur, sum væntandi allar nevndirnar frammanundan okkum, brúkt tíð uppá at finna útav, hvat endamálið við hesum felagsskapinum er. Hvat vilja vit hava burturúr? Hvørjar møguleikar síggja vit fyri at brúka netverkið. Hvussu breitt ella smalt skal tað vera?
 
Vit komu ikki fram til nakað endaligt svar, tí tað er torført at koma fram til eina neyva endamálsorðing við einum so breiðum og fjølbroyttum bólki. Men vit avgjørdu at leita aftur í upprunan til stovnanina av LKV, sum var at arbeiða fyri breiðari kvinnuumboðan í leiðslu og at kvinnur stuðlaðu hvørjari aðrari í at leiða og menna seg í vinnuni. Út frá hesum hava vit arbeitt við nøkrum útvaldum evnum:
  • At skipa fyri tiltøkum, sum samansjóða og harvið styrkja sambandi millum limirnar.
  • At viðmæla hvørja aðra til nevndir, størv og uppgávur annars.
  • At mæla til at brúka virksemið hjá hvørji aðrari í arbeiðshøpi.
  • At leggja upp til sparring millum limir, sum hava førleikar í uppgávum ella avbjóðingum, sum vit hvør sær arbeiða við.
  • At takka ja til at úttala okkum, tá vit verða spurdar ella vísa til aðra kvinnu, fyri á henda hátt at gera kvinnuligar leiðarar meira sjónligar í almenna rúminum.

Árið, ið fór

Árið byrjaði tann 20. juni í fjør við aðalfundi og áhugaverdum íløgutiltaki í hølunum hjá BankNordik á Oknarvegi í Havn, har Jákup Petur Bærentsen helt framløgu. Sum uppfylging til hetta, var eisini møguligt at taka lut í tiltaki um burðardyggar íløgur, sum BankNordik skipaði fyri í september.

Í august setti Kvinna seg í samband við LKV. Eftir at hava sæð formansumfarið – mannað við monnum burturav – settu tey sær fyri at skipa fyri einum valfundi við kvinnuligum valevnum. LKV valdi at stuðla tiltakinum, tí vit mettu, at grundgevingin um at arbeiða fyri størri kvinnuumboðan hóskaði væl til okkum. Luttøkan í Sjóvinnuhúsinum var góð við umleið 300 áhoyrarum, umframt tey ið stroymdu, og nógvir LKV limir vóru eisini at síggja í Sjóvinnuhúsinum hendan dagin.

Í november bjóðaði SMS samtakið til áhugavert tiltak á skrivstovuni í SMS. Regin Dalsgarð og Siri Sørensen løgdu fram um virksemið hjá SMS samtakinum, samstundis sum vit kundu njóta ein góðan bita. Eftir framløguna koyrdi bussur okkum út í nýggja Bónus handilin í Marknagili, har dagligi leiðarin Sigrun m.a. greiddi frá nýggja umhvørvisvinarliga handlinum og avbjóðingum við nógvum ungum og óroyndum starvsfólkum. Eisini vóru vit vístar runt í nýumvalda Miklagarði. Luttøkan var góð og vit fingu eina áhugverda gjøgnumgongd av samlaða virkseminum í SMS samtakinum.

Heimasíðan hevur fingið eina dagføring og er vorðin meira tíðarhóskandi. Dagføringini hava Anni og Janni staðið fyri. Síðan er lættari at arbeiða við og at leggja kunning á. Ætlanir hava verið um regluliga kunning á síðuni – so sum lýsing av profilum ella fyritøkum í netverkinum – nakað er gjørt, men til hetta krevst, at onkur við hug og orku átekur sær uppgávuna. Tað er møguliga nakað, sum nýggja nevndin kann gera sær tankar um.

Ein túrur til Íslands var á skrá í februar mánaði. Meiningin við túrinum var samansjóðing av limunum, soleiðis at vit komu at kennast betri og við hesum høvdu havt lættari við at brúkt hvørja aðra. Á skrá var m.a. virkisvitjan og vitjan av systurfelagi í Íslandi, har vit hugsaðu at fáa íblástur frá einum netverki, sum er eldri, størri og meira skipað enn okkara. Túrurin var tíverri avlýstur á hesum sinni vegna væntandi luttøku. Vit halda tó, at hetta kundi verið eitt gott hugskot at roynt eina aðru ferð.

Ætlanin var eisini at hava eitt tiltak í vár, men so kom korona. Tað hevur ikki verið møguligt at havt tiltøk seinastu tíðina, men nevndin hevur nú roynt at havt nevndarfund á netinum – ein effektivur máti at savnast, sum óivað kann brúkast av og á framyvir eisini.

Farna ár hevur verið áhugavert og vit hava verið glaðar fyri undirtøkuna, sum tiltøkini hava fingið. Netverkið hevur ein spennandi og sera breiðan limaskara og uppgávan fer óivað framhaldandi at vera, at finna útav, hvussu vit fáa mest burturúr hvørjari aðrari.

Tað er sera umráðandi, at tit sum limir gera vart við tykkum, um tit hava góð hugskot, ynski, ivamál ella spurningar, sum kunnu vera við til at flyta okkum og gera netverkið enn meira viðkomandi.

Frágreiðingin varð tikin til eftirtektar.

3) Framløga av roknskapi
Birita legði fram ársroknskapin, sum Eyðbjørg Thorleifsson hevði grannskoða. Ársúrslitið vísir – 18.910 kr. og felagið eigur 72.080 kr. á bók pr. ultimo í 2019. Ársroknskapurin verður lagdur á heimasíðuna.

4) Val av nevndarlimum
Henny á Líknagøtu, Marjun Eystberg og Poula Michelsen takkaðu fyri seg í nevndini og stillaðu ikki uppaftur.
Guðrum Poulsen og Birita Sandberg Samuelsen stóðu ikki fyri valið.
Í nevndina vóru Jónhild Rasmussen, Gudny Langgaard og Ann Jógvansdóttir valdar.

5) Val av grannskoðara millum limirnar
Eyðbjørg Thorleifsson var einmælt afturvald til grannskoðara.

6) Ásetan av limagjaldi
Nevndin mælir til at varðveita upphæddina sum er 500 kr. tikið var undir við hesum.

7) Innkomin uppskot
Einki uppskot var innkomið.

8) YmisktEinki til hetta punktið
Fundur lokin kl. 16.30