Networking: Why, What and not least How

Netverkstiltak mikudagin 25. mai kl. 16.30-18.30 á Hotel Føroyum

– Til tín, sum ynskir at fáa íblástur til, hvussu man netverkar

Nútímans leiðarin kennir sína egnu fyritøku, ídnaðin, bransjuna og viðkomandi rák, sum møguliga fara at ávirka. Men hann veit eisini, hvørjar lyklapersónar hann kann sparra við. Nógv hevur verið at hoyrt um at netverka, men hvat merkir hetta fyri teg? Í dag verður tað at netverka mett sum ein kjarnuførleiki hjá leiðarum, og tað rætta netverkið verður mett at hava rættiliga stóran týdning, tá næsta leiðara- ella stjórastarvið skal setast. Sum leiðari hevur tú tørv á einum netverki og teimum røttu persónunum at sparra við, tá tørvur er á hesum. Tú hevur tørv á at vita, hvat onnur gera og hvussu, so tú sjálv kanst fáa íblástur og møguliga eisini kanst bjóða tína egnu vitan og førleikar fram.

Hetta tiltakið er til tín, sum fegin vil hava meiri at vita um, hvussu ein netverkar.

Sven Demant er leiðarakonsulentur hjá útbúgvingarstovninum IME, og hevur síðani 2005 hjálpt fleiri hundrað leiðarum á Henley MBA við at menna teirra leiðaraførleikar, m.a. eisini teirra Networking Skills. Nú kemur hann til Føroyar at greiða okkum frá, hvussu vit enn betri kunnu brúka hvørja aðra og onnur, sum eru rundanum okkum í gerandisdegnum.

Tilmelding fer fram á anni@annijanni.fo

Aftaná tiltakið verður skipað fyri einum netverksdøgverða fyri teimum, sum hava áhuga fyri hesum. Sven Demant verður til døgurðan, og tá er eisini møguligt at fáa eitt prát við hann. Prísurin fyri buffét er 300,- (skal rindast á staðnum).

Minst til at viðmerkja í tilmeldingini, um tú kemur til døgurðan.