Nevndin hevur skipað seg
Nevndin fyri Leiðandi Kvinnur í Vinnu hevur skipað seg.
Henny á Líknagøtu heldur fram sum forkvinna. Hinar eru Marita Rasmussen næstforkvinna, Barbara á Tjaldrafløtti, skrivari, Turið F. Arge, kassameistari og Gudny Langaard, nevdnarlimur.
Nevndin ætlar at skipa fyri tveimum tiltøkum afturat í 2016. Annað verður í september og hitt í november. So skjótt skráirnar eru klárar, verður kunnað um tiltøkini.
Vit ynskja øllum eina góða summarferiu.