
Nevndin í LKV hevur skipað seg
Á fundi 5. apríl 2018 skipaði nevndin í Leiðandi Kvinnur í Vinnu seg soleiðis:
Poula Michelsen er vald sum forkvinna. Birita Samuelsen næstforkvinna, Guðrun Poulsen, kassameistari, Henny á Líknagøtu, skrivari og Marjun Eystberg sum vanligur nevndarlimur.
Avgjørt varð, at virkisvitjanin hjá PM Pluss verður í næstum. Nærri kunning um virkisvitjanina og tiltøkini í heyst verður at síggja á heimasíðuni og facebook bólkinum heilt skjótt.